Sølu- og veitingartreytir Pf. Føroyaprent

Sølu- og veitingartreytir Pf. Føroyaprent fyri sølu í nethandlinum

 

Pf. Føroyaprent

Hoyvíksvegur 59

Postsmoga 3118

110 Tórshavn

V-tal: 537 837

Telefon: +298 314555

Telefax: +298 318026

T-postur: info@foroyaprent.fo

www.foroyaprent.fo

 

Almennur partur

Sølu- og veitingartreytir, sum nevndar eru niðanfyri, verða  nýttar millum bíleggjara og veitara, um ikki verður vikið frá teimum við greiðari avtalu partanna millum.

 

Gjørt verður vart við, at rætturin at senda vøru aftur í 14 dagar, ikki er galdandi fyri vørur, ið eru framleiddar til bíleggjaran. Fyri goymsluvørur, hevur bíleggjarin rætt at senda vøruna aftur innan 14 dagar.

 

Vanlig framleiðslutíð fyri vøru keypta í nethandlinum er millum 6 og 10 arbeiðsdagar.

 

1. Tilboð og avtala

1.1. Tilboðið bindur veitaran í 30 dagar at rokna frá tí degi, tilboðið varð veitt.

 

1.2. Avtala er gjørd, tá ið veitari hevur fingið góðkenning bíleggjarans.

 

1.3. Í teimum førum, tá ið bíleggjari ikki greidliga gevur góðkenning, er avtala gjørd, tá ið veitari hevur latið bíleggingarváttan fyri bílegging, ið fingin er.

 

1.4. Tilboðið er treytað av, at:

 

  • Tilfar og arbeiðsgongdir kunnu verða viðgjørdar við maskinu,  sum tilboðið hevur sum fyritreyt.
  • Bíleggjarin krevur ikki, at arbeiðið verður veitt í pørtum heldur enn í einari samlaðari veiting, sum nevnt er í tilboðnum.
  • Tilfarið, sum bíleggjari sendir, samsvarar við veitarans givna tilboð.

 

 

2. Prísur

2.1. Meirvirðisgjald er ikki við í prísinum. Í nethandlinum eru allir prísir við Meirvirðisgjaldi.

 

2.2. Allir prísir eru grundaðir á lønarstig, tilfarskostnað og annan kostnað, í gildi tann dag, tá ið tilboð ella bíleggingarváttan varð givin.

 

2.3. Hevur bíleggjari biðið veitara um at gera arbeiðstekningar, prentsnið, reintekningar, tekstuppskot, royndarprent, kromalin o.a., hevur veitari rætt til at fáa hetta arbeiði goldið.

 

2.4. Prísir í fremmandum gjaldoyra er grundaðir á virðið í donskum krónum, sum var í gildi, tann dag, tá ið tilboð ella bíleggingarváttan varð givið. Veitari tilskilar sær rætt til at broyta prísin í samsvari við gjaldoyrabroytingar, sum eru íkomnar, áðrenn goldið er.

2.5. Umframt prísin, ið avráddur er ella sum stendur í boði, hevur veitari rætt til at krevja gjald fyri:

 

  • Eykaarbeiði, ið stendst av, at tað grundtilfar, bíleggjari hevur latið veitara, vísir seg at verða ófullfíggjað, óskikkað ella ófullkomið
  • Eykaarbeiði, ið stendst av, at bíleggjari krevur rættingar og broytingar í veitta tilfarinum eftir at farið er undir arbeiðið.
  • Eykaarbeiði, ið stendst av, at bíleggjari rættar meira enn avtalað er í tilboðnum.
  • Yvirarbeiði og onnur tiltøk sum verða avtalað við bíleggjara eftir, at sáttmáli er gjørdur
  • Varðveitsla, útflýggjan, handfaring og sending av talgildum ella analogum tilfari og amboð hjá bíleggjara eftir, at veitingin er gjørd.
  • Eykaarbeiði, ið stendst av, at sáttmálin ikki kann verða framdur í samanhangandi framleiðslu, grundað á viðurskifti hjá bíleggjara.

 

3. Veiting

3.1. Veitingin fer fram ta tíð, avtalað er við bíleggjara, kortini við fyrivarni fyri seinkingum ella forðingum, sum kunnu verða elvdar av:

  • Bíleggjarans gerð ella óvirkni
  • Umstøðum, nevndar eru í pkt. 8.1

 

3.2. í sambandi við hesar seinkingar hevur veitari rætt til at leingja veitingartíðina ella at ógilda sáttmálan.

 

3.3. Hevur tilburður, sum nevndur er omanfyri, við sær, at veitingarskyldur veitarans verða dýrari, um skyldurnar verða hildnar, verður veitari skyldugur at halda veitingarskyldurnar, um bíleggjari sigur seg vilja rinda meirkostnaðin, ið veitari hevur roknað seg fram til.

 

3.4. Er eingin tíð avtalað um veiting, avger veitarin veitingartíðina.

 

4. Gjald

4.1. Goldið verður annaðhvørt tann dag, sum á tilboði, bíleggingarváttan  ella faktura verður skrivað sum seinasti rættstundis gjaldsdagur annars í hondina, tá ið vøran verður latin. Tá keypt verður í nethandlinum verður peningurin trektur av gjaldskortinum, tann dagin vøran verður send av Føroyaprent, ella hon liggur klár hjá bíleggjaranum at heinta.

 

4.2. Renta verður roknað frá gjaldkomudegi við teirri rentu, sum veitari til eina og hvørja tíð brúkar.

 

4.3. Eftir veitarans áheitan hevur bíleggjari skyldu til eina og hvørja tíð at seta bankaveð sum trygd fyri gjaldi.

 

4.4. Verður áheitan gjørd eftir, at sáttmáli er gjørdur, hevur veitari skyldu at halda bíleggjara frían frá einari og hvørjari útreiðslu, sum stendst av hesum.

 

5. Ognarrættur, upphavsrættur o.a.

5.1. Upphavsrættur veitarans til forarbeiði, konsept, upprit, upprunatilfar o.a., sum veitari hevur gjørt, eru veitarans og mugu ikki uttan veitarans góðkenning verða latin triðjaparti.

 

5.2. Tað, ið veitari hevur útvegað ella latið útvegað av forarbeiði, millumvørum, tilfari, amboðum o.ø. at nýta til veitingina, er veitarans ogn. Hetta verður at galda, sama um tað, ið útvegað er, er fakturerað fyri seg.

 

5.3. Tað, sum er viðgjørt í pkt. 5. 2., má bara verða nýtt til avrik til bíleggjara

og verður bara varðveitt sambært serstakari avtalu um tað.

 

6. Seinkan

6.1. Kemur seinkan uppí, hevur bíleggjari við tí fyrivarni, sum fylgir av pkt. [3.1.], bara rætt til at ógilda avtaluna, um hann, samstundis sum avtalan er gjørd, hevur gjørt vart við tann týdning, tað hevur, at veitingin verður framd neyvt ásetta tíð.

 

7. Ábrek

7.1. Veitarin hevur onga ábyrgd fyri mistøkum, sum bíleggjari ikki skrivliga hevur rættað í rættlestri, herundir prent, talgildar upplýsingar, royndarprent og tílíkt.

 

7.2. Bíleggjari hevur ikki rætt til avslátt í prísi ella at nokta at taka ímóti bíløgdu vøruni fyri smávegis frávik frá góðkendum royndum ella avráddari nágreining.

 

7.3. Veitari hevur rætt til lata veiting, sum er upp til 10% meira ella minni enn avrátt upplag. Í teimum førum, tá ið onnur enn veitari hava framleitt pappír ella annað tilfar serstakt til bíleggingina, hevur veitari rætt til eina rímiliga meira ella minni veiting, sum fer upp um 10% av avrádda upplagi, kortini í mesta lagi tað, ið svarar til veitingartreytir hjá tilfarsveitara.

 

7.4. Bíleggjari ábyrgist at kæra um ófullfíggjaða veiting beinanvegin. Verður ikki kært ella kærir bíleggjari ov seint, missir bíleggjari loyvi at gera kæru galdandi. Veitari hevur rætt til at rætta brek, kann tað verða gjørt innan fyri rímiligt skotbrá.

 

7.5. Veitari heftir ikki fyri brek ella lýti, sum víst kann verða á standast av, at bíleggjari sjálvur hevur latið pappír ella annað til veitingina.

 

7.6. Veitari hevur onga ábyrgd fyri, at lutir, klistraðir ella lagdir inní, eru skeivt settir, hevur bíleggjari ikki skrivliga givið veitara neyv boð um, hvar teir skulu verða settir.

 

7.7. Veitari gevur onga váttan fyri ófullfíggjaðum ella tvífaldaðum

talmerkingum, tá ið veitingar hava talmerkta vøru. Tá ið latin verður vøra,

sum er talmerkt, tá ið tikið verður ímóti henni, verða møguligar rættingar

roknaðar eyka.

 

8. Ábyrgd

8.1. Tá ið seinkingar eru, og tá ið tað, ið veitt verður, er ófullfíggjað, hevur veitari onga ábyrgd, tá ið seinkan ella brek eru elvd av:

 

  • Breki í ella skaða á framleiðsluútbúnaði, sum próvfast hevur elvt til seinkan ella hevur skatt framleiðsluna.
  • Av einari og hvørjari arbeiðsósemju
  • Annars øllum teimum umstøðum, sum veitari ikki hevur ræði á, sum t.d. eldsbruna, vatnskaða, náttúruvanlukkum, kríggi, herbúgving ella óvæntaðari og umfatandi innkalling til herin, bíleggingum, inndrátti, uppreistri, ófriði, gjaldoyraavmarking, tørvi á flutningstólum, vanligum vørutroti, avmarkingum í rakstrarmátti, innflutnings- ella útflutningsbanni og øðrum líkum force majeure støðum.

 

8.2. Seinking ella ófullfíggjað veiting er fevnd av tí ábyrgdar-frælsi,  sum 8.1 snýr seg um, um orsøkin til undirveitarans seinkan ella ófullfíggjaðu veiting er ein av teimum umstøðum, nevndar eru í pkt. 8.1., ella at virkið læsir.

 

8.3. Veitari heftir ikki fyri rakstarmissi bíleggjarans, inntøkumissi ella øðrum óbeinleiðis missi, íroknað miss sum fylgju av rættarviðurskiftum bíleggjarans mótvegis triðjamanni, smbr. kortini pkt. 8.4, tá ið um seinking ræður, ella tá ið veiting er ófullfíggjað.

 

8.4. Veitarin verður ábyrgdur í teimum førum, tá ið vøra, sum er veitt, elvir mannskaða ella elvir skaða á lut, um luturin, talan er um, í sínum lagi ikki vanliga er ætlaður ikki-vinnuligari nýtslu, og at løstaði í høvuðsheitum hevur nýtt hann í samsvari við tað.

 

Veitari ábyrgist bara fyri vinnulutsløst, um skjalprógvast kann, at løsturin stendst av, at hann ella fólk hansara hava gjørt mistak, sum ikki átti at verið skákað undan, tá ið bíleggjari eftirkannaði veittu vøruna.

 

Veitari ábyrgist kortini ongantíð fyri skaða,

  • sum kemur á bíleggjarans ella annara framleiðslu,
  • á vøru, sum verður pakkað inn í ella verður spjaldrað við veittu vøruni,
  • ella á lutir, ið eru partar av framleiðsluni,

verður ikki skjalprógvað, at veitari hevur virkað í grovum ósketni.

 

Veitari heftir ongantíð fyri rakstrarmissi, inntøkumissi ella øðrum óbeinleiðis missi.  Í teimum førum tá ið veitara verður álagt ábyrgd fyri triðjamanni í sambandi við vinnulutsskaða, sum fer út um tey mørk, sum eru ásett fyri veitarans ábyrgd, hevur  bíleggjari skyldu at halda veitara skaðaleysan fyri tí eins væl og fyri sakarmálskostnaði.

 

8.5.Veitari hevur onga ábyrgd fyri bíleggjarans tvørrandi heimildum til endurprent, margfalding ella útgávu av skrift, myndum, tekningum, tekstum, vørumerkjum, øðrum handilseyðkennum og aðrari vøruútgerð, íroknað sniðgávu ella annað, sum kann vera undir rættindum triðjamans. Tekur veitari ábyrgd á seg mótvegis triðjamanni í sambandi við bíleggjarans vantandi heimild til at brúka rættindi, sum eru rættindi triðjamans, heldur bíleggjari veitara skaðaleysan fyri slíkari ábyrgd.

 

8.6.Veitari hevur onga ábyrgd fyri missi ella skaða á ogn, sum t.d. frumrit, tilfar og annað tílíkt, sum ikki er veitarans, men sum bíleggjari hevur latið honum við tí atliti at loysa avrádda uppgávu ella við atliti at goymslu, eisini av varðveitslu av arbeiði, sum veitari hevur gjørt. Veitari ábyrgist kortini, um prógvast kann, at missur ella skaði er elvdur av, at  veitari og fólk hansara hava verið grovliga óskettin. Bíleggjari má sjálvur síggja til, at lutur verður tryggjaður móti skaða ella týning.

 

9. Undirveitarar

9.1. Veitari hevur rætt til heilt ella fyri ein part at lata arbeiðið verða gjørt hjá undirveitarum.

 

10. Tíðarviss rit

Er onnur avtala ikki gjørd við tann, ið bíleggur tíðarviss rit / ið hevur varandi sáttmála, verður 3 mánaða uppsagnarfreist at galda.

 

11.  Keypslógin

11.1. Viðkomandi lóggáva galdandi í Føroyum verður nýtt í sambandi við hesa avtalu í tann mun rættarstøðan ikki er fest í sáttmálatekstinum ella í hesum sølu- og veitingartreytum. Træta í sambandi við at tulka sáttmálan ella at lúka treytirnar í honum ella handhevja hann kann bara verða løgd fyri Føroya Rætt. Altjóða keypslóg verður ikki nýtt.